Change Location × Faroe Islands

    Recent Locations

      LeikREAD 2015 in Tórshavn


      • LeikREAD 2015 Photo #1
      1 of 1
      March 27, 2015

      Friday   7:00 PM (daily for 2 times)

      34 Niels Finsens gøta
      Tórshavn, Faroe Islands 100

      Performers:
      • No Performers Listed
      EVENT DETAILS
      LeikREAD 2015

      Í samstarv við Norðurlendska Netverkið fyri Pallist skipar Leikarafelag Føroya fyri reading-festivalinum LeikREAD.
      Á skránni til LeikREAD er afturvendandi tiltakið Nordic Dramatrain.
      Á Nordic Dramatrain vera nýskrivað norðurlendsk leikrit útvald og framførd sum readingar.

      Nordic Dramatrain er skipað og ger eina rundferð í okkara grannalondum. Øll Norðurlond halda hvør sín readingfestival, har somu leikritini og høvundar vera við.

      27. og 28. mars 2015 kemur Nordic Dramatrain so til Føroyar og verður framført á okkara egna reading festivali: LeikREAD

      Tey 6 leikritini í ár eru:

      "Rithøvundarnir"
      eftir Alejandro Leiva Wenger (se)
      Gunnar Hoydal týddi.

      "UMsorg"
      eftir Toril Goksøyr & Camilla Martens (no)
      Ria Tórgarð týddi.

      "Sek"
      eftir Hrafnhildur Hagalín (is)
      Pauli Nielsen týddi.

      "Sangir við gráa havsins strendur"
      eftir Pipsa Lonka (fi)
      Hans Tórgarð týddu.

      "Sár á sál" eftir Kristinu Sundar Hansen

      "Allir dreymar mínir verða veruleiki"
      eftir Chrstian Lollike (dk)
      Jonhard Mikkelsen týddi.

      So setið kryss í kalandaran 27. og 28. Mars 2015 kl. 19.00, tá LeikREAD letur dyrnar upp við READINGS-framførslum, har tú sum áskoðari fær eitt undirhaldandi innlit í, hvussu leikRITIÐ -ta skrivaða orðið- lyftir seg úr pappírinum tekur skap beint frammanfyri eygunum á tær.

      Cost: Free -

      Categories: Performing Arts

      This event repeats daily for 2 times:

      Links:
      LeikREAD 2015
      Event details may change at any time, always check with the event organizer when planning to attend this event or purchase tickets.
      COMMENTS ABOUT LeikREAD 2015